Útgivið
23. marts 2022
Útgongur
20. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Læknaskrivarar til Medisinska depilin

Læknaskrivarar til Medisinska depilin

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivarum til fast starv fulla tíð at byrja 01.06.2022 og 01.08.2022 ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar læknaskrivarauppgávur, telefonavgreiðslu, luttøku á konferensum, samskipan av virkseminum í ambulatorium o.a.

Læknaskrivararnir á Medisinska deplinum arbeiða við serøkjunum kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi, diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi og infektiónsmedisin.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Fleksibul og áhuga í tvørfakligum samstarvi
  • Góðan telduførleika
  • Góð samstarvsevni
  • Tænastusinnað/ur
  • Tola skiftandi arbeiðsuppgávur

Vit kunnu bjóða

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning
  • Eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, ergoterapeutar o.o.
  • Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning
  • Felags innleiðslu og upplæring á deplinum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Heidi á Høvdanum Andreasen á tlf. 304500, lokal 6077 ella á t-post heia@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 20.04.2022.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til samrøðu.

Vinarliga søk starvið her

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið