Útgivið
17. januar 2022
Útgongur
14. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Lønarstarvsfólk til Lønardeildina

Lønarstarvsfólk til Lønardeildina
Hevur tú hug at fáa fleiri enn 1000 starvsfelagar í einum? Landssjúkrahúsið er eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum, og nú hevur tú møguleika at gerast ein av okkara.

Vit sóknast dugnaligt starvsfólk við áhuga og skil fyri lønarumsiting til setan í eitt fulltíðarstarv á Lønardeildini. Vit eru eitt toymi, sum arbeiða við lønarviðurskiftum í tøttum samstarvi við Starvsfólka- og Fíggjardeildina. Av tí at vit eru partur av samlaðu fyrisitingini á Landssjúkrahúsinum, fært tú nógv fólk rundan um teg í gerandisdegnum og spennandi innlit í Sjúkrahúsverkið.  
Tú fert at fáa eina rúgvu av samskifti út í organisatiónina, og tí skalt tú vera tænastusinnað/ur og duga væl at tosa við fólk.

Lønardeildin hevur alla lønarumsiting um hendi og veitir tænastu og ráðgeving til sjúkrahúsleiðsluna, depilsleiðslur og starvsfólk um lønarviðurskifti.

Høvuðsuppgávur

  • Tryggja at lønarviðurskiftini eru røtt
  • Avgreiða lønar- og setunarviðurskiftið í elektronisku lønargreiðsluni hjá landinum (E-Løn)
  • Gera lønarútgjaldingar
  • Sáttmálatulkingar
  • Arbeiða, vegleiða og undirvísa í vaktplanskipanini
  • Tryggja góðar mannagongdir viðv. tímauppgerðum og lønarútgjaldingum
  • Lønarinnplaseringar
  • Avgreiða vanligar lønaravgreiðslur

Dentur verður lagdur á

  • Viðkomandi útbúgving, so sum skrivstovuútbúgving ella Professionsbachelor í almennari fyrisiting
  • Áhuga fyri fakinum
  • At umsøkjarin er fyrikomandi og fúsur at seta seg inn í starvsuppgávurnar á Lønardeildini.
  • Kann vera fyrimunur at umsøkjarin hevur innlit í lønarumsiting Landsins og vaktplanskipanina

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
  • Góðar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið er Landssjúkrahúsið og tænastan er í løtuni Løndardeildin, Fyrisitingin.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Mittún, Fíggjar- og KT deildarstjóra á tlf. 211800, teldupost: im@ls.fo .

Umsóknarfreistin er tann 14.02.2022.
Upprunaprógv fyri útbúgvingina skulu havast við til eina møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið