Lýsing
Í sambandi við tillagan í virkseminum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hava vit tørv á at styrkja starvsfólkahópin við einum dugnaligum løgfrøðingi.
Um starvið
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tvørfakligt samstarv er eitt lyklaorð, og har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfelagar, ið bæði hava samfelagsvísindaliga og tekniska útbúgving.
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum:
- At málsviðgera og fyrireika mál til støðutakan.
- At ráðgeva og vegleiða starvsfelagum í løgfrøðiligum ivamálum og málsviðgerð.
- At luttaka í førleikamenning av starvsfelagum.
- At vegleiða borgarum í ivamálum innan umsitingarøkini hjá stovninum.
- At luttaka í lóggávuarbeiði á økjunum, ið stovnurin umsitur.
Um teg
- Tú ert væl fyri fakliga og hevur ágrýtni til at seta teg inn í nýggja lóggávu og arbeiðsgongdir.
- Tú ert opin fyri tillagingum í starvinum og fyri at fáa nýggjar uppgávur.
- Tú dugir væl at samskifta á f øroyskum í skrift og talu og kanst gera teg skilliga/-n á norðurlendskum og enskum máli.
- Tú ert røkin og dugir at arbeiða miðvíst, bæði sjálvstøðugt og í toymi.
Vit leggja harumframt dent á, at tú hevur eitt jaligt og stuðlandi lyndi og sjálv/-ur viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi á stovninum.
Førleikakrøv
Tann, ið verður sett/-ur, skal hava prógv sum løgfrøðingur (cand.jur.). Nýútbúgvin, ella lesandi, ið eru um at gerast liðug, eru vælkomin at søkja.
Lønar- og setanartreytir
Talan er um fast starv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn, ella til umsokn@arb.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin hin 28. juni 2023. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 27.
Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40 ella við telduposti á lp@arb.fo
Um stovnin
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eftirlits- og vitanarstovnur undir Umhvørvismálaráðnum og Løgmálaráðnum. Stovnurin er føroyski myndugleikin fyri arbeiðsumhvørvi, samskipan av tilbúgving, brunatrygd, mát og vekt, spreingievni, vinnukaving og fýrverk.
Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, ið stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við dygdargóðari umsiting, fakligari leiðbeining, málrættaðum eftirlitum og gransking av óynsktum hendingum.