VØRN
Útgivið
1. august 2022
Útgongur
31. august 2022
Staður
Yviri við Strond 3 Postrúm 1238 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
36

Lýsing

Vørn søkir avloysara fyri løgfrøðing í farloyvi. Talan er um eitt farloyvisstarv í eitt ár og verður sett skjótast gjørligt.

Vørn er stovnur undir Fiskimálaráðnum, og stovnurin er skipaður í deildir. Hesar eru í løtuni Fiskiveiðieftirlitið, MRCC og Veðurstøðin. Starvsinnihaldið er løgfrøðilig ráðgeving til stovnin sum heild.

Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru m.a.:

  • At ráðgeva leiðslu á landi og umborð á skipunum í løgfrøðiligum spurningum, serliga innan fiskiveiðieftirlit, revsirættarligar spurningar og fyrisitingarrætt.
  • At eftirkanna, at reglur um avmarkingar av útlendskum eigaraskapi og miðsavnan av
    rættindum verða hildnar.
  • At skriva sektaruppskot og fyrireika revsimál, ið skulu leggjast fyri ákæruvaldið.
  • At ráðgeva um privatrættarligar sáttmálar, so sum sáttmálar um sleip, sendinet og tryggingar v.m.
  • At menna mannagongdir hjá stovninum.
  • At ráðgeva og málsviðgera í sambandi við umsiting av veiðuloyvum og fiskiloyvum.
  • At viðgera møgulig starvsfólkamál.
  • At skriva hoyringarskriv.

Tann setti kann vænta sær eitt starv við sera fjølbroyttum uppgávum í mennandi og yrkisligum umhvørvi. Hevur tú áhuga, áræði og dugir væl at samstarva og eisini at arbeiða sjálvstøðugt, er Vørn rætta staðið.

Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum løgfrøðingur (cand. jur. )

Setanartreytir
Starvið er eitt farloyvisstarv í eitt ár og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Vørn á tlf. 311065 og tosa við Óli Hans Olsen, stjóri, ella við teldupost til olaho@vorn.fo .
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir
Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum, skal sendast til vorn@vorn.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 16. august 2022 klokkan 12.00. (øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

SØK STARVIÐ

Til ber eisini at senda umsóknina við posti til adressuna, Yviri við Strond 3, Postsmoga 1238, 110 Tórshavn.

Líknandi størv

1. august 2022
15. juli 2022
13. juli 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið