Lýsing
Ert tú løgfrøðingur og hevur hug at arbeiða í einum politiskum og fyrisitingarligum um- hvørvi við regluverkinum innan okkara fremstu vinnugrein?
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til spennandi og avbjóðandi
starv at byrja skjótast gjørligt.
Sum løgfrøðingur kemur tú í høvuðsheitum at arbeiða á fiskivinnuøkinum,
har uppgáv- urnar m.a. eru:
- At luttaka í arbeiðinum at menna og dagføra lóggávu og regluverk á sjófeingisøkinum.
- At veita løgfrøðiliga ráðgeving í ráðnum og til stovnar undir ráðnum.
- At viðgera mál saman við øðrum í ráðnum og stovnum undir ráðnum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv og vit vænta, at tú:
- Dugir at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt, og at tú eisini dugir at samskifta og sam-
starva við onnur fyri at loysa mál í felag. - Hevur góð greiningarevni, innlit í sam- felagsviðurskifti og politiskt tev.
- Ert málsøkin og loysir uppgávur við góðum huga og nærlagni.
- Hevur góðar sosialar førleikar, ert fleksibul og viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi.
- Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu.
Roknast kann við, at arbeiðstíðin stundum fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við fleksiblum kørmum og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, sum verða loystar í tøttum samstarvi við starvsfelagar í ráðnum.
Tú verður partur av dugnaligum starvsfólkahópi, har vit raðfesta trivnað og gott arbeiðsumhvørvi.
Vit leggja dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga. Tí eru góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.
Løn og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og skal setast skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Setanarøkið fevnir um Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmans- skrivstovuna og hini stjórnarráðini.
Um Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið er eitt av níggju stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
Her starvast 17 starvsfólk, sum umsita fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og – gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, bjarging, trygd, veðurtænastu, busskoyring, farmakoyring, ferjulegur, ferjur, ferðslumál, landshavnir, landsvegir, tyrlupallar og ráðgeva viðvíkjandi flogvøllum.
Umsóknarfreist
Um starvið hevur tín áhuga, send okk um umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@fisk.fo í seinasta lagi 1. januar 2025.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Betzy Ludvig, tlf. 267703 ella t-post betzy.ludvig@fisk.fo
Vit gleða okkum at frætta frá tær.