Lýsing
Kappingareftirlitið søkir eftir einum løgfrøðingi at byrja skjótast til ber.
Kappingareftirlitið umsitur løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2023 um kapping, við seinni broytingum. Lógin hevur til endamáls, við virknari kapping, at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.
Kappingareftirlitið er fyrisitingarliga skipað saman við Vinnustovninum.
Starvið
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
- málsviðgerð í málum um møgulig brot á kappingarlógina,
- málsviðgerð í samband við saman-leggingar,
- Málsviðgerð í málum um almenna kappingaravlaging ella kappingaravlagandi almennan stuðul,
- luttaka í norðurlendskum arbeiðsbólkum innan kappingarrætt.
- lógarsmíð
- skriva vegleiðingar v.m.
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur eina 5 ár útbúgving í løgfrøði, til dømis embætisprógv í løgfrøði frá Føroya Fróðskaparsetur ella embætisprógv í løgfrøði frá øðrum lærdum háskúla.
Vit vænta at tú hevur góð samstarvsevnir, tekur ábyrgd, er røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Arbeiðsroyndir frá kappingarmyndugleika, ákæruvaldi, kærustovni og dómsvaldið eru ein fyrimunur.
At arbeiða á Kappingareftirlitinum
Á Kappingareftirlitinum verður dentur lagdur á, at arbeiðið, ið stovnurin letur úr hondum, er á høgum fakligum støði. Tí eggja og stuðla vit starvsfólkum okkara at menna sínar førleikar.
Tann setti fær góðar skeiðs- og eftirútbúgvingar-møguleikar og fer at luttaka í samstarvinum millum norðurlendsku kappingarmyndugleikarnar.
Løgfrøðiligu uppgávurnar á Kappingareftirlitinum krevja hollan kunnleika til kappingarrætt, fyrisitingarrætt og revsirætt. Tolsemi og dirvi eru týðandi eginleikar at hava í starvinum, tí ofta ganga málini yvir fleiri ár og verða roynd á fleiri rættarstigum. Ein samlað málsviðgeratíð millum 2-5 ár er ikki óvanlig.
Sum starvsfólk á Kappingareftirlitinum verður tú eitt av 4 starvsfólkum. Harafturat verður tú partur av starvsfólkahópinum hjá Vinnustovninum, ið telur umleið 35 fólk.
Setanartreytir
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála við BLF ella annað avvarðandi fakfelag.
Umsókn, lívrensl og prógv skulu sendast til kapping@kapping.fo og vera stovninum í hendi í seinasta lagi tann 15. oktober 2024
Ynskir tú at vita meira um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Terje Sigurðsson, deildarstjóra á tlf. 556041, teldupost: terjes@kapping.fo ella Sigurd Rasmussen, fulltrúa á tlf. 556044, teldupost: sigurdr@kapping.fo.