Løgmálaráðið
Útgivið
8. maj 2024
Útgongur
27. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug til at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsfyrisitingini? So er hetta starvið í Løgmálaráðnum kanska nakað fyri teg.

Talan er um eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið
Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar eru at ráðgeva landsstýrismanni og aðalstjóra innan títt fakøki, eftirkanning av lógarog kunngerðaruppskotum, málsviðgerð, lógar- og kunngerðarsmíð hjá Løgmálaráðnum og at vera við at skipa fyri skeiðum um lógardygd o.a.

Fyri fyrst kemur tú at taka tær av málsøkjunum viðvíkjandi politivirksemi, rættargangi, passi, konkurs, skiftilóg, revsifulnaði - harímillum fótleinkju og nýggjum fongsli, kommunurætti, løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum, vápnalóg, dátuverndarlóg og ikki vinnurekandi grunnum. Tað er møguligt seinni at skifta til onnur málsøki í Løgmálaráðnum.

Førleikakrøv
Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur. ella embætisprógv í lóg. Harumframt verður væntað, at tú sum søkir:

  • dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • sýnir ábyrgd og skilvísi
  • ert ágrýtin, nýhugsandi og dámar væl avbjóðingar
  • hevur lætt við at seta teg inn í nýggj fakøki
  • dugir væl at samskifta og samstarva við onnur
  • dugir væl føroyskt í skrift og talu

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan fyrisiting og kunnleika til tey fakøki, sum tú fert at hava ábyrgd av.

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Setanarøkið fevnir um Løgmálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Nærri kunning um starvið
Eru spurningar, eru umsøkjarar vælkomnir at venda sær til Nellu Festirstein, aðalstjóra, á telefon 558076 ella senda teldubræv til nellaf@lmr.fo.

Umsóknir
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Løgmálaráðið
Gongin 7
Postboks 377
110 Tórshavn

Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lmr@lmr.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. mai 2024, kl. 12.
Starvið verður sett 1. september ella sambært nærri avtalu

 

Løgmálaráðið umsitur m.a. lóggávu um politivirksemi, rættargang, pass, konkurs, skiftilóg, revsifulnað, fótleinkju, útlendingarætt, integratión, familjurætt, revsirætt, dátuverndarlóggávu, lóg um forboð fyri privatum vakmyndatólum, vápnalóg, navnalóg, fólkayvirlitslóg, fyrisitingarlóg og lóg um alment innlit, spælilóggávu, rúsdrekkalóggávu, matstovulóggávu, brúkaraverndarlóg í.s.v. at keypa og selja fastogn, fíggjarrætt, so sum keypilóg, kredittkeypilóg, avtalulóg, brúkaraavtalulóg, tryggingaravtalulóg, fyrningarlóg, løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum, vallóggávu, kommunalt eftirlit, tilbúgving, og ikki vinnurekandi grunnar og feløg, altjóða menningarhjálp og neyðhjálp og norðurlandamál.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið