Útgivið
13. juli 2022
Útgongur
12. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hug til fjølbroytta jura og dugandi javnlíkar?

So skuldi tú bjóðað teg fram sum tann nýggi løgfrøðingurin hjá TAKS.

Í nýggja starvi tínum fert tú m.a. at:

  • vegleiða og ráðgeva málsviðgerum í lógarspurningum og eftirlitsarbeiði,
  • viðgera dómsmál,
  • viðgera revsimál,
  • leggja til rættis rundskriv og vegleiðandi ásetingar um toll, skatt og avgjøld.

Sum løgfrøðingur hjá TAKS skipar tú arbeiðsdagin hjá tær rættiliga frítt, men tú verður eisini fastur partur av løgfrøðitoymum og øðrum fakbólkum á stovninum, har tú fært góðar møguleikar at menna teg fakliga. Á lógardeildini eru í løtuni fýra fólk, harav trý eru løgfrøðingar.

Førleikar tínir
Tú hevur kandidatprógv í løgfrøði, t.e. cand.jur. Fyrimunur er við valgrein í skattarætti og revsirætti, men tað er ikki ein treyt. Tú dugir væl føroyskt og enskt, bæði í skrift og talu.

Tú skalt eisini:

  • vera fyrikomandi,
  • duga væl at samstarva,
  • vísa arbeiðssemi og nærlagni,
  • hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða fólk við ymiskari fakligari bakgrund.

Løn og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Starvið verður sett sum skjótast.

Umsóknarfreistin er 14. august 2022 á midnátt

Hug at søkja? Trýst á leinkið "Søk starvið" og send eina umsókn við avritum av prógvum, lívrensli, viðmælum o.ø.

Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 792742 ella á bib@taks.fo.

Søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið