Tórshavnar kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir løgfrøðingi til Stjórnarskrivstovuna hjá Tórshavnar kommuna at byrja 1. oktober 2025 ella skjótast gjørligt.
Stjórnarskrivstovan heldur til í ráðhúsinum á Vaglinum og 11 fólk starvast á deildini. Arbeiðsøkið hjá Stjórnarskrivstovuni fevnir breitt um alt kommunalt virksemi, og vit bjóða eitt spennandi starv við avbjóðandi uppgávum, har góðir møguleikar eru fyri fakligari menning.