Lýsing
Á Starvsfólkadeildini er eitt fulltíðarstarv sum lønarfulltrúi leyst at søkja. Starvið verður sett frá 1. juni 2025 ella skjótast til ber.
Um Starvsfólkadeildina
Starvsfólkadeildin varðar av øllum viðurskiftum, sum viðvíkja starvsfólkum, lønarbókhaldi, leiðslu og samskipan. Deildin arbeiðir við starvsfólkaøkinum innan umsiting, trivnað, menning og samskipanarmenning og umsitur arbeiðsmarknaðarviðurskifti og samstarvar við fakfeløg og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Lønarøkið á Starvsfólkadeildini hevur ábyrgdina av øllum lønarútgjaldingum í kommununi og hetta svarar til umleið 65 mió.kr. um mánaðin. Arbeiðið er skipað soleiðis, at allir lønarumsitarar í høvuðsheitum hava innlit í allar uppgávur og skipanir. Arbeiðið tekur støði í umleið 20. sáttmálum umframt galdandi lóggávu og politikkum / reglum hjá kommununi.
Á Starvsfólkdeildini verður tú partur av einum vælvirkandi lønartoymi við 3 øðrum lønarumsitarum við drúgvum royndum. Vit geva okkum stundir at seta teg væl inn í arbeiðsuppgávurnar og arbeiðsøkið sum heild.
Í arbeiðinum á deildini leggja vit dent á leiðsluráðgeving, talgilding, fakligheit, samstarv og tvørfakliga sparring.
Á deildini starvast 12 starvsfólk við ymsari fakligari bakgrund, hvørs starvsøkir fevna um m.a. organisatiónsmenning, rekruttering, løgfrøðiligari og fyrisitingarligar ráðgeving og málsviðgerð umframt lønarumsiting.