Útgivið
21. januar 2022
Útgongur
10. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Looknorth søkir eftir MENNARA

Looknorth sóknast eftir fólki, ið vil vera við til at menna fyritøkuna.

Looknorth mennist sum framleiðsluvirki. Tað krevur fólk við tekniskum førleikum og áhuga fyri framleiðslu. Somuleiðis fólk við hugflogi og áhuga at menna nakað nýtt.

Vit vilja, at TÙ:

  • bæði kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni.
  • hevur jaligan hugburð, umframt sinn­aður at starvast í einum toymi, har øll eru við­kom­andi fyri dagliga raksturin av virkinum.
  • hevur stóran áhuga í at menna tøkni­liga førleikan á virkinum.
  • hevur góðan teldukunnleika bæði til vanligt teldubrúk og til 3D tekning.
  • hevur kunnleika til plasttilfar og plastframleiðslu.
  • ert við til at finna og menna loysnir saman við okkara kundum.

Vit Ímynda okkum, at Tú:

  • ert verkfrøðingur ella hevur aðra hóskandi útbúgving.
  • hevur handverksligar royndir.

Vit kunnu bjóða:

  • eitt stak spennandi og mennandi arbeiðs­umhvørvi, har tú verður við til at menna fyritøkuna frameftir.
  • løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
  • starvsbyrjan eftir neyvari avtalu.

Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Ragnar Sundstein á looknorth@looknorth.fo ella á tel. 758110.

Umsókn

  • Umsókn til starvið verður send: looknorth@looknorth.fo
  • Umsóknarfreistin er hósdagin 10. februar 2022.
  • Vit miðja eftir at seta starvið skjótast tilber.

Looknorth
Tel. 458100
T-postur: looknorth@looknorth.fo
www.looknorth.fo

Sí starvslýsing her:
https://looknorth.fo/96

 

Um Looknorth
Looknorth er plastframleiðari, sum áhaldandi mennir og framleiðir nýggjar vørur. Hetta ger, at vit økja um tilgongdina og ymiskleikan av framleiðslutólunum. Looknorth er í byggiætlanum, og ætlar at tvífaldast í mun til verandi umstøður. Looknorth framleiðir alt samdøgrið. Framleiðslan umfatar EPS vørur (Airpop ella Flamingo), harðplastvørur (sproytustoyping) og termoformaðar vørur. Eisini skera vit skúmvørur. Framleiðslutól okkara eru so at siga øll teldustýrd.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið