Lýsing
Lærari til Serbreyt
Vit leita eftir einum eldhugaðum undirvísara til Serbreytina at byrja 1.november 2021 ella skjótast tilber.
Yvir skúlaárið er setanarbrøkurin er 0,61 av einum ársverki.
Á serbreytini verður undirvíst eftir námsskipan innan serligt skipað miðnám. Ískoytisøkini eru handverk- og matvøruyrkið og frálæran er bæði ástøðilig og verklig.
Umsøkjarar við lærara- ella námsfrøðiligari útbúgving við royndum innan serøki og við førleikum innan nevndu ískoytisøki hava fyrimun. Útbúgvingarkrøv eru eftir kunngerð nr. 36, 4.april 2017 um serliga skipað skúlatilboð.
Setanartreytirnar eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlastjóran.
Umsóknir
skulu sendast skúlastjóranum í seinasta lagi 4.oktober 2021 á teldupost adressuna runih@tsk.fo
TSK
Postboks 20
700 Klaksvík
telefon nr. 456311