Útgivið
13. august 2021
Útgongur
9. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Lærari til smiðjuna á Glasi

Tøknideildin á Glasi tørvar ein lærara til smiðjuna. Tú skalt, saman við hinum lærarunum, verða við til at undirvísa og at menna smiðjuútbúgvingina og arbeiðið á smiðjuøkinum.

Sum lærari í smiðjuni skalt tú verða fakliga væl fyri og duga væl at samstarva og býta vitan við hinar lærararnar. Eisini dugir tú at fáa næmingarnar at trívast.

 FØRLEIKAR
Tann, ið verður settur sum lærari, skal:

  • hava hug og hegni at arbeiða við ungdómi
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva
  • duga at loysa trupuleikar, tá ið á stendur
  • trívast við broytingum
  • hava viðkomandi útbúgving og góðar KT-førleikar

Sveinabræv er krav. Tað er ynskiligt, at umsøkjarin hevur sveinabræv sum rør & blikksmiður, viðkomandi starvsroyndir, góð evnir at skipa samstarv við ymiskar samfelagsbólkar og hollan og dagførdan kunnleika. Viðkomandi hægri útbúgving kann verða ein fyrimunur.

LØN OG TREYTIR
Setanarstaður er Glasir. Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 1. oktober 2021 ella skjótast til ber. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Steinfinn Várlíð Jacobsen, deildarleiðara, á stj@glasir.fo ella tlf. 56 80 30.

UMSÓKN
Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi mikudagin 08. september 2021.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið