Útgivið
11. maj 2022
Útgongur
23. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Lærlingar til maskinsmið til Articon

Nú hevur tú møguleikan at fáa eina spennandi yrkisútbúgving innan smiðjuøki. Útbúgvingin gevur tær ein hópin av framtíðarmøguleikum !

Vit søkja eftir maskinsmiðlærlingi til verkstað okkara á Hjalla at byrja 1. september 2022 ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving sum tú kann brúka alt lívið!

Sum lærlingur í Articon fær tú eina spennandi og væl skipaða útbúgving innan smiðjuarbeiði.

Saman við okkara dugnaligu handverkarum og arbeiðsleiðarum verður tú partur av einum toymi við hollari fakligari vitan og nógvum royndum. Ein lærutíð skiftir ímillum spennandi arbeiðsuppgávur og menning á okkara smiðju og verkstaðið og bókliga førleikamenning á teknisku skúlunum í Havn ella í Klaksvík í tilsaman 55 vikur. Lærutíðin er tilsaman 4 ár.

Tá lærutíðini er liðug, hevur tú fingið eina útbúgving, sum opnar nógvar hurðar fyri framtíðar møguleikum sum handverkari. Tú hevur harumframt eisini fleiri møguleikar til víðari lesnað innan millum annað maskinmeistara ella maskinverkfrøði.

Dygdin, trivnaðurin og trygdin hava sera stóran týdning í Articon. Tí skipa vit fyri serligum lærlingadøgum, regluligum lærlingasamrøðum og ymiskum trygdar- og trivnaðartiltøkum í lærutíðini. Á hendan hátt góðskutryggja vit, at tú fær eina dygdargóða útbúgving sum handverkari.

Hvør kann søkja?

Vit ynskja fyrst og fremst, at tú hevur áhuga og ídni til tað verkliga arbeiðið. Men, tú skal hava lokið annað ella bæði av fylgjandi útbúgvingum:

  • Nám x í Fólkaskúlanum
  • Miðnámsútbúgving.

Vit ynskja starvsfelagar, sum eru nærlagdir, álítandi, duga væl at samstarva og vilja náa einum dygdargóðum úrsliti. Stutt sagt, tit brenna fyri at at framleiða.

Spurningar 
Vil tú vita meira um, hvussu tað er at vera lærlingur í Articon, er tú vælkomin at seta teg í samband við Hera Kjærbo, HR-leiðara á telefon +298 286171.

Umsókn
Tú søkir lærupláss her. Freistin at søkja er 23. mai 2022.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni sløk 230 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið