Útgivið
7. juni 2021
Útgongur
30. juni 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Í læru sum sølufólk í Byggibúðini hjá Bygma Balslev

Ynskir tú at royna yrkislærda vegin? Kom í læru sum sølufólk hjá okkum og tryggja tær tína framtíð! Vit lova at tað er mennandi. Vit søkja tveir lærlingar, sum koma at fylgjast alla lærutíðina.
Í Bygma Balslev hava vit Byggibúð, Handverkarabúð, Timburdeild og Gólvdeild. Umframt hesar deildir eru Goymsla, Skrivstova og Marknaðardeild og telja vit 67 elduhugað starvsfólk.

UM BYGGIBÚÐINA
Í Byggibúðini selja vit alt til hús og hava, so sum máling, uttanduralutir, belsøg, búnýti, køkar, bað umframt lampur og el. Tú fært ábyrgd av tínum egna serøki.

EGIÐ SERØKI
Í Bygma Balslev ganga vit høgt uppí at okkara starvsfólk fáa ábyrgd og pláss og vit eru stolt av okkara søgu, succes og framtíðarvónum! Sum sølulærlingur í Byggibúðini fært tú ábyrgd av tínum egna serøki, tað snýr seg bæði um framsýning, bílegging og uppfylling av vørum umframt at kanna nýggjar trendir og møguleikar innan títt øki.

LÆRUTÍÐIN
Í lærutíðini lærir tú millum annað at selja, um kundarøkt og um ymsu vørubólkarnar í Byggibúðini. Tú lærir eisini tað sum krevst í einum nútímans virki, so sum goymslustýring, innkeyp, logistikk, marknaðarføring og annað.

Lærlingaútbúgvingin hjá okkum er eitt gott grundarlag fyri eini spennandi yrkisleið, um tú ætlar tær at starvast innan sølu ella ráðgeving.

Lærutíðin inniber at tú fert nakrar túrar niður til Sønderborg á Business College, hvussu ofta veldst um hvønn skúla tú hevur. Hetta orna vit alt fyri teg. Løn er sambært sáttmála. Útbúgvingin inniber "salg og salgspsykologi" sum er á støði við akademimerkonom (10 ECTS).

Les meira um Business College Syd her.

VIT VÆNTA AV TÆR
Vit vænta at tú ert jalig/ur, hevur lætt sinni og at tú ert áhuga/ur og fús/ur at læra
Vit vænta at tú hevur HH/Búskaparbreyt ella FHS.
Vit vænta eisini at tú tekur læruna seriøst frá 1. degi av, líkasum vit.

Freistin at søkja er mikudagin 30. juni 2021.

Starvið verður sett skjótast tilber, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum.

Send eina umsókn til bse@balslev.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Birnu Eyðsteinsdóttir, leiðara í Byggibúðini á tlf. 345046 ella á bse@balslev.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið