Lýsing
Lærupláss á Goymsluni í Tórshavn
Hevur tú hug at koma í læru sum sølufólk í sølubúðini á MEST í Tórshavn?
Í sølubúðini hjá MEST fært tú eitt arbeiðspláss við spennandi avbjóðingum innan sølu og kundarøkt. Her er góður trivnaður og tú fært nógvar góðar starvsfelagar.
Um læruplássið
Tú fært eina miðvísa upplæring innan ymisk økir í okkara virksemi og kemur á skúlabonk ein part av tíðarskeiðnum í Danmark. Í lærutíðini leggja vit okkum eftir at geva eina upplæring í okkara vørum, kundarøkt, søluteknikkir og goymslu.
Tú kemur at starvast í okkara sølubúð og goymslu í Tórshavn. Okkara goymsla er tann størsta í landinum við yvir 35.000 vørunumrum.
Vit ynskja, at tú hevur miðnámsútbúgving, FHS og at tú:
- ert opin og hevur lætt við at samskifta
- hevur góðan teldu- og talførleika
- ert framfýsin og ágrýtin
- hevur áhuga í mekaniskum og el-lutum
- hevur góðan hug at selja
MEST hevur sølubúðir/goymslur í Tórshavn, á Skála og í Runavík. Starvstaðurin er í høvuðsheitum í Tórshavn, men í lærutíðini kann roknast við at starvast í hinum deildunum part av lærutíðini.
Vit bjóða
Tú fært eitt lærupláss sum logistikkatstøðingur í eini av landsins størstu vinnufyritøkum, har tú fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi.
Tú fært gott innlit í maritima virksemið og kemur at veita tænastur til kundar á sjógvi og landi. MEST er í eini tilgongd, har virksemi í sølubúðunum verður raðfest hægri. Við yvur 35.000 vørunummur kemur tú tískil at fáa eina breiða vitan eftir lokna útbúgving.
Sum sølufólk kemur tú at avgreiða viðskiftafólk í sølubúðunum/goymslunum umframt at gera sølufremjandi arbeiði eins og góður møguleiki er fyri føstum starvi eftir lokna útbúgving.
Sum partur av MEST samtakinum hevur tú eisini atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.
Freistin at søkja starvi er 29. apríl og vit hava leypandi samrøður, so hvørt sum umsóknir verða latnar inn.
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvið, kanst tú ringja til Eirik Joensen tlf. +298 791177.
Søk starvið her.