Útgivið
29. april 2022
Útgongur
23. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Lívfrøðingur til sjódjóradeildirna á Tjóðsavninum

Tjóðsavnið søkir eftir lívfrøðingi til Sjódjóradeildina at seta í starv 01. 10. 2022. Endamálið hjá deildini er at savna og varðveita djór og aðrar náttúrugripir, umframt at granska í okkara náttúru og miðla hesa vitan, m.a. gjøgnum miðlarnar og framsýningina hjá Tjóðsavninum.

Uppgávur

Høvuðsuppgávurnar eru at:

  • røkja djórasøvnini (ryggleys dýr, fiskar og havsúgdýr)
  • skipa fyri innsavning og sjálv/ur vera við í praktiska arbeiðinum
  • skráseta gripir í skrásetingarskipanum (MS-Access og Specify)
  • granska í tilfari, sum hevur við starvsøkið at gera
  • taka ímóti lutum og at senda til viðskiftafólk
  • standa fyri pørtum av framsýningini í Brekkutúni
  • gera og at standa fyri at fáa lutir gjørdar til framsýning
  • miðla djóralívið í Føroyum m.a. við framsýningum og útgávum

Førleikar

  • hægri útbúgving í lívfrøði
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert kreativ/ur
  • góð miðlanarevni
  • góð samstarvsevni og ert ágrýtin
  • koyrikort

Arbeiðsøkið á Sjódjóradeildini fevnir um øll sjódjór, men serligur dentur verður lagdur á føroyskt havøkið. Av praktiskum ávum fevnir arbeiðið mest um makro- og megafauna.

Av tí at arbeiðsøkið er víðfevnt, er neyðugt at verða smidlig/ur í mun til starvsøki. Ætlanin er at tann, ið settur verður, skal útbúgva seg innan konserveringsøkið eftir tørvi (skeið og seravtalur um upplæring).

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Arbeiðsstaður: Hølini hjá Tjóðsavninum í Kaldbak.

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella herleifh@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum, skulu sendast Tjóðsavninum sum teldupostur í seinasta lagi mánadagin 23. 05. 2022.

Teldupostadressa:  savn@savn.fo

Tjóðsavnið
Kúrdalsvegur 15
FO-188 Hoyvík

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið