Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir trimum sjúkrarøktarfrøðingum til B7 at byrja 01.03.2023 ella skjótast gjørligt eftir hetta. Talan er um trý føst størv á brøki 0,8 í blandaðum vaktum.
B7 er partur av Medisinska deplinum, og er høvuðssergreinin neurologi. Vit taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini.
Eftir ætlan flyta vit í H-bygningin seinni í ár og tí verða væntandi broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering av lýstu størvunum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru:
- Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
Vit leggja dent á:
- At tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- At tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
- At tú hevur fakligan áhuga innan økið
- At tú hevur góðan telduforleika
- At tú hevur viljan og evni at brúka reflektión sum lið í menningini
- At tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar
Vit kunna bjóða:
- Innleiðslu og upplæring á deildini
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, funktiónsleiðara á B7, á tlf. 304500 - lokal 6067 ella á t-post elihj@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 20.02.2023.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.