VINNUHÚSIÐ
Útgivið
9. november 2022
Útgongur
21. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir skrivstovufólki/samskipara til Vinnuhúsið. Sum skrivstovufólk/samkipari ert tú akkerið innanhýsis og hevur sera fjølbroyttar uppgávur. Tú situr í móttøkuni og umsitur skrivstovuarbeiði og samskifti í Vinnuhúsinum. Haraftrat luttekur tú í fleiri verkætlanum, har tú millum annað hevur ábyrgdina av at loysa praktiskar uppgávur í sambandi við ráðstevnur og onnur tiltøk.

Hevur tað týdning fyri teg at veita góða tænastu og hava ábyrgd? Ynskir tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú í gerandisdegnum hevur samband við nógv ymisk fólk? So eigur tú at søkja hetta starvið í Vinnuhúsinum.

Høvuðsuppgávur

- Umsita limaviðurskifti, senda rokningar v.m.
- Umsita heimasíðu
- Dagføra sáttmálar og lønartalvur
- Savna inn upplýsingar
- Samskipa tiltøk í samstarvi við onnur
- Umsita móttøkuna, skrivstovuhald og skrivaraarbeiði
- Samskipa innanhýsis mannagongdir í samráð við stjóra og starvsfólk
- Vera ábyrgdarpersónur av CRM-skipanini
- Fylgja upp uppá GDPR-politikkir og -mannagongdir

Førleikar:

- Hevur hóskandi útbúgving og arbeiðsroyndir
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
- Dugir væl at samskifta á føroyskum
- Hevur góðan telduførleika
- Evnar at fara í smálutir

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við heimasíðuskipanum, hevur kunnleika til arbeiðsmarknaðin og vinnuna umframt dugir væl at samskipa. Alt eftir profilinum hjá tí, sum verður sett/ur, kann talan gerast um aðrar uppgávur umframt tær, sum eru lýstar omanfyri.

Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi. Løn eftir avtalu.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til stjóran Niels Winther niels@industry.fo ella við at ringja 739906.

Umsókn skal sendast til Vinnuhúsið við telduposti til industry@industry.fo frámerkt “starv”. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. november 2022, kl. 12.00.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið