Landssjúkrahúsið
Útgivið
9. juni 2026
Útgongur
19. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfólki í farloyvisstarv fyri læknaskrivara at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um eitt 1 ára farloyvisstarv á starvsbrøki 1,0.

Um starvið

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um samskifti við sjúklingar og avvarðandi, bæði gjøgnum telefon og teldupost, samskipan av ambulantum virksemi og virksemi á skurðgongini, umframt alt fyrifallandi skrivaraarbeiði.

Serøkini á Skurðdeplinum eru:

  • Oyrna-Næsa-Háls
  • Hoyriklinikkin
  • Tannlæknastova
  • Eygnadeild
  • Ortopædkirurgi
  • Parenkymkirurgi
  • Urologi
  • Mammakirurgi
  • Skurðambulatoriið

Skipanir, ið verða nýttar, eru m.a. Cosmic, Mirsk, Outlook, Office-pakkin og Trio.

Dentur verður lagdur á

  • At tú ert arbeiðssom/arbeiðssamur og setir tørvin hjá sjúklinginum í hásæti
  • At tú hevur góð samstarvsevni
  • Góðan telduførleika og at tú dugir/tímir at samskifta í telefon við sjúklingar og starvsfelagar
  • At tú dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum, bæði skrivliga og munnliga
  • At tú trívist við toymissamstarvi, men eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum arbeiðsuppgávum
  • Royndir innan Cosmic, Mirsk og Office eru ein fyrimunur

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki í støðugari menning
  • Góða upplæring á deildini
  • Arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar við góðum trivnaði
  • Tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutar o.o.
  • Møguleika fyri fakligari og persónligari menning

Vit samstarva í toymum og raðfesta høgt, at samansetingin av starvsfólki, samstarvið og trivnaðurin í toymunum rigga væl.

Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv bæði innan- og uttanlands. Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd bæði til arbeiðið og hvønn annan, og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.

Trívist tú við toymisarbeiði, dámar tvørfakligt samstarv, brennur fyri menning og broyting innan fakøkið, og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi við skiftandi arbeiðsuppgávum, so ert tú kanska rætti skrivarin til okkum.

Lønar- og setanartreytir

Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar

Heidi R. Vatnsdal
Leiðandi læknaskrivari á Skurðdeplinum
Telefon: 26 25 45
Teldupostur: heire@ls.fo

Umsókn

Umsóknarfreistin er 19. juni 2026.


Søk starvið her

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mánaðirnar, skal negativ MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Les meira um Sjúkrahúsverkið:

www.sjukrahus.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið