Lýsing
Herbergið í Tórshavn søkir eftir starvsfólki við hjartanum á røttum staði og áhuga fyri at hjálpa fólki í sera truplum lívsstøðum.
Stutt um okkum
Herbergið er búð- og umsorganarheim fyri menniskjum við rúsevnistrupuleikum. Vit hava hitastovu, dagcentur og møguleikar at lata heimleys gista í styttri tíðarskeið.
Um starvi
Søkt verður eftir avloysarir, sum kann koma til arbeiðis, tá tørvur er á tí, í samband við frítíð, sjúkrafráveru, avspáking, feriu o.l.
Vit søkja eftir avloysarum til at arbeiða dag-, kvøld og náttarvaktir – bæði gerandisdagar og vikuskiftir.
- Avloysarum sum køksfólk, fevnir um vaktir klokkan 08 til 21 á kvøldi og klokkan 18 til 21.
- Avloysarum sum náttarvaktur, er vakjandi náttarvakt frá klokkan 21 til 09 á morgni.
- Avloysarum sum reingerðsfólk, fevnir um vaktir klokkan 09 til 15 og vikuskiftum klokkan 10 til 14.
- Avloysarum sum hitastovufólk, fevnir um vaktir klokan 11 til 21 á kvøldi.
Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og skiftandi, alt eftir hvør tørvurin er í húsinum. Nevnast kann, at umframt at stuðla, hjálpa og vera um tey, ið búgva í húsinum og brúkarir annars, so eru uppgávur sum røkt, reingerð, matgerð, viðlíkahald, innkeyp og koyring.
Førleikar
Dentur verður lagdur á, at starvsfólk eru tolin, rúmlig og fleksibul, og at tey fara fram við tí góða. Samstudis er neyðugt, at reglur verða hildnar og stuðlað verður uppundur tær leiðbeiningar, ið eri í húsinum og eru fyri tey, ið vitja húsið.
Neyðugt er at hava góð samskiftis- og samstarvsevnir og at síggja tað jaliga og góða í menniskjum sum stríaðst. Neyðugt er hjá umsøkjara at hava góða heilsu, bæði likamliga og sálarliga. Eisini er neyðugt at hava koyrikort.
Tað hevur týdning, at øll starvsfólk á Herberginum eru trúgv móti virðisgrundarlagnum hjá Frelsunarherinum.
Løn
Starvið er tímalønt.
Starvsbyrjan:
skjótast gjørligt.
Umsóknir sendast til:
Martin Kúrberg, dagligur leiðari, á telduposti Martin@frh.fo. Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, kann tú ringja til Martin Kúrberg, dagligur leiðari, á tlf. 517300.