P/F Magn
Útgivið
20. september 2024
Útgongur
3. oktober 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Um starvið
Vit sóknast eftir einum røskum og fyrikomandi persóni at avloysa verandi tangabilaførarar í sambandi við sjúku, feriu og líknandi. Í fyrstu syftu er talan um fulla tíð fram til umleið 1. desembur 2024.

Arbeiðið er soleiðis skipað, at hvør tangabilur røkir uppgávur í ávísum øki og annars samstarva fleiri tangabilar eisini um størri veitingar til skipaflotan. Fyri rætta persónin er talan um starv, har ein hevur eitt ávíst persónligt rásarúm til at leggja sær dagarnar og føstu uppgávurnar til rættis umframt annars at samstarva við starvsfelagar og søludeild um aðrar uppgávur og veitingar.

Uppgávur í stuttum

  • Veiting av gassolju til sethús og bygningar
  • Veiting av gassolju til skipaflotan.
  • Veiting av bensin og diesel til Magnstøðir

Vit bjóða
Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er avgerandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl.

Vit veita alla neyðuga upplæring og útbúgving.

Talan er um tímalønt avloysarastarv.

Vit vænta

  • At tú hevur stóra koyrikortið, „C“, við viðkomandi royndum
  • At tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni at samskifta og samstarva
  • At tú hevur áræði, ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú eisini hevur møguleika og vilja at arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð
  • At tú ert væl fyri kropsliga

Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær til Brian Joensen, rakstrarstjóra, á tel. 237430 ella bj@magn.fo

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Um Magn
Á Magn starvast um 155 starvsfólk, ið tryggja orku til føroyskar og útlendskar kundar. Magn hevur høvuðsskrivstovu á Viðarnesi í Tórshavn og deildarskrivstovur í Klaksvík og á Tvøroyri. Umframt 11 Magn-støðir kring landið hevur felagið tangabilar og teknisk starvsfólk, sum arbeiða um alt landið.

Líknandi størv

20. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið