Lýsing
Søkt verður eftir málsligum ráðgeva til skrivstovuna á Málráðnum. Talan er um fast hálvtíðarstarv, til setanar skjótast gjørligt.
Uppgávur
- at ráðgeva í málsligum spurningum – í telefon og við teldubrævi
- at gera upplýsandi tilfar um føroyskt til heimasíðu og sosialar miðlar
- at skriva ársfrágreiðingar
- at arbeiða við orðabókini og terminologi
- at samstarva við viðkomandi myndugleikar og málstovnar, bæði í Føroyum og uttanlands
- at vera skrivari á fundum í Málráðnum eftir tørvi og samskipa aðrar uppgávur
- at taka lut á fundum og ráðstevnum uttanlands
Førleikar
- útbúgving frá hægri lærustovni í føroyskum máli ella samsvarandi kunnleika og hegni til føroyskt málstarv
- góðar mál- og rættskrivingarførleikar – serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum
- kunnleika til málfrøði og føroyska og norðurlendska málsøgu
- lætt við at arbeiða við kt-skipanum og máltøkni
- gott yvirlit og dugir at raðfesta eftir tørvi
- góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
Kunnleiki til ella førleikar at seta seg inn í teknmál kann vera ein fyrimunur. Lesandi, sum eru um at gera útbúgvingina lidna, eru vælkomin at søkja.
Setanarviðurskifti
Starvið er hálvtíðarstarv við møguleika fyri hægri setanarbroti. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Starvið verður sett í samsvari við løgtingslóg um málráð og Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her, og tann setti/-a má tola broytingar í starvinum.
Umsókn og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beinir Bergsson, formann í Málráðnum, á tel. 225522. Umsókn saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 26. september 2025. Tú søkir starvið her.
Um Málráðið
Málráðið varð stovnað í 2012 sambært løgtingslóg um málráð og hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið er skipað við ráði, starvsnevnd og skrivstovu. Málráðið og Fróðskaparsetur Føroya samstarva um skrivstovuhald og fyrisiting. Á Fróðskaparsetrinum eru 180 starvsfólk. Starvsstaðurin er skrivstovan á Málráðnum. Les meira á www.malrad.fo.