Lýsing
Hevur tú hug til eitt spennandi og áhugavert starv, har tú kemur at taka tær av stuðulsskipanini til føroysk lesandi?
Vit leita eftir einum starvsfelaga, sum trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir, men eisini megnar at vera liðspælari. Tú kemur saman við toyminum í Studna at leggja dent á at veita eina góða tænastu, og leggja orku í góða fyrisiting av økinum.
Starvið fevnir millum annað um:
- Fyrisiting av lestrarstuðli, ferðastuðli, verkætlanarstuðli, ÚSUN og lestrarlán
- Umsiting av viðurskiftunum hjá Studna á Vanganum og heimasíðuni
- Taka lut í avgreiðsluni
- Umframt aðrar uppgávur innan fyrisiting og menning
- Taka lut í øðrum uppgávum í Undirvísingarstýrinum
Vit vænta, at tú:
- Er BA innan búskap, løgfrøði ella samfelagsfrøði ella hevur aðra viðkomandi útbúgving.
- Ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir
- Hevur góðar førleikar til at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Dugir væl at samskifta bæði á føroyskum, donskum og enskum
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við fyrisiting, málsviðgerð ella samsvarandi.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er fulltíðarstarv, men annað kann verða avtalað. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Tú mást tola møguligar broytingar í starvinum.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skal sendast við telduposti á undirvising@uvs.fo ella til: Studni, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. september 2025. Starvið verður sett skjótast tilber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Vagn Foldbo, tel. 555057.
Studni er partur av Undirvísingarstýrinum og umsitur lestrarstuðul og lestrarlán til lesandi í Føroyum, umframt ferðastuðul til lesandi uttanlands og ÚSUN, sum er lestrarstuðul og lestrarlán til lesandi uttanfyri Norðurlond.