TAKS
Útgivið
12. juli 2024
Útgongur
12. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

TAKS søkir eftir einum dugnaligum málsviðgera til deildina Virkisskattur í Saltangará.

Um starvið
Arbeiðið fevnir millum annað um at viðgera skattamál hjá feløgum og sjálvstøðugt vinnurekandi, ið geva upp við roknskapi, viðgera kapitalvinning hjá persónum og feløgum, svara fyrispurningum og at gera eftirlit.

Um teg
Tú hevur skrivstovuútbúgving og dugir væl føroyskt, danskt og enskt

Tað er fyrimunur at hava skyn á skattalóggávu og almennari fyrisiting. Gott er somuleiðis at hava royndir við málsviðgerð og journalisering í 360.

Tað er eisini neyðugt, at tú:
• ert fyrikomandi,
• ert tolin og ágrýtin,
• dugir væl at samstarva,
• sýnir ábyrgd og nærlagni,
• arbeiðir sjálvstøðugt,
• og kanst taka juridiskt grundaðar avgerðir.

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt
Setanarøkið er TAKS í Saltangará, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3.

Hug at søkja?
Fyll út talgilda umsóknarblað okkara. Har viðheftir tú eisini umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er mánadagin, 12. august 2024
Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Poula á Líðarenda, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á pl@taks.fo

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið