HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN
Útgivið
25. januar 2023
Útgongur
9. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir málsviðgera til matvørudeildina. Talan er um eitt barnsburðarfarloyvi starv í 1 ár.

Matvørudeildin
Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni arbeiðir fyri at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk av mati ella vatni. Deildin hevur eftirlit við løggildari matframleiðslu og vatnveiting. Í løtuni eru umleið 550 løggild støð kring alt landið. Deildin hevur harafturat eftirlit við inn- og útflutningi av mati og fremur yvirvøku av fiski og vatni. Á matvørudeildini arbeiða 14 fólk við ymiskum útbúgvingum og fakligum førleikum.

Arbeiðsuppgávur
Sum málsviðgeri skalt tú gera eftirlit á løggildum eindum og viðgera umsóknir um løggildingar. Eindirnar fevna breitt, frá stórum virkjum og skipum til matstovur og smáar handlar. Tú fert eisini at svara fyrispurningum frá borgarum um nýtt virksemi, klagur o.a., og vera við til at gera mannagongdir og upplýsandi tilfar til almenningin. Sum málsviðgeri á matvørudeildini fert tú at arbeiða í einum fakliga sterkum toymi, sum brennur fyri sínum arbeiði.

Útbúgving
Vit søkja eftir fólki við náttúruvísindaligari útbúgving á kandidat, bachelor ella á tekniskum støði:
t.d. matvøruverkfrøðingur, matvøruteknikari, laborantur ella onnur viðkomandi útbúgving.
Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun. Harumframt eru royndir í fyrisiting ein fyrimunur.

Førleikar

  • torir at taka avgerðir
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur koyrikort til bil
  • trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
  • dugir at samskifta á enskum
  • hevur góðan telduførleika og hegni at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • tú vísur nærlagni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum fólki við ymiskum útbúgvingum og hollum royndum.

Setanartreytir
Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Sí annars heimasíðuna hjá lønardeildini í

Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.tíl., skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Smyrilsvegur 7, 2. hædd, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, í seinasta lagi hósdagin hin 9. februar 2023.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðara, tel. 556421.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku og alilógina:

  • vit fyribyrgja at fólk gerast sjúk av mati
  • vit tryggja djóravælferðina
  • vit veita álítandi og altjóða góðkendar kanningar.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið