Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt fast starv fulla tíð við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið er til setan 01.04.2026 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum á Staravegi 18 í Havn.
Um deildina Útgjald
Á deildini Útgjald verða flest øll útgjøld frá Almannaverkinum til borgaran avgreidd. Hvønn mánað verða rindaðar 17.000 veitingar upp á til samans 100-110 mió. kr. Deildin umsitur tillagað starvs-, pensjóns-, dagpeninga-, uppihalds- og barnagjaldsveitingar. Deildin málsviðger umsóknir um fólkapensjón, sjúkradagpening, hjálparráð, familjuískoyti og barnagjøld. Eisini umsitur deildin norðurlendska arbeiðsmegi. Journal og móttøka hoyra harumframt til deildina.
Á deildini starvast 22 fólk.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144857&DepartmentId=19284&MediaId=4615