Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
10. januar 2024
Útgongur
24. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvið sum máltíðarvertur og kostfakligur samskipari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er leyst at søkja frá 1. mars 2024 ella eftir nærri avtalu.
Starvið er eitt fulltíðarstarv, men møguleiki er at avtala lægri brøk. Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8.00 til 16.00.

Arbeiðsuppgávur og ábyrgd:

  • Hava fokus á mat og máltíðir hjá sjúklingum/ borgarum og arbeiða fyri, at sjúklingarnir fáa nøktað tørvin á føðslu
  • Arbeiða fyri at allir sjúklingar fáa eina góða uppliving til máltíðirnar.
  • Vera fakligur samskipari millum køk og sjúklingadeild.

Fyri at røkka hesum, skal starvsfólkið vera við til at borðreiða matin og ráðgeva sjúklingum/borgarum, avvarðandi og starvsfeløgum. Starvsfólkið skal hava ábyrgd av at menna tilfar og mannagongdir í samband við matin, bæði í køkinum og á sjúklingadeildini.

Førleikar:

  • tú ert útbúgvin yrkisbachelor í føðslu og heilsu
  • tú hevur holla vitan og kunnleika um mat og føðslu
  • tú dugir væl at samskifta í skrift og talu
  • tú hevur hollan KT-førleika
  • praktiskar arbeiðsroyndir frá stovnskøki kann vera ein fyrimunur

Persónligir eginleikar:

  • tú ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi
  • tú dugir at lurta, reflektera og taka skilagóðar fakligar avgerðir.
  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • tú sært møguleikar framum forðingar
  • tú ert samstarvssinnað/ur og jalig/-ur
  • tú ert fleksibul og tolir broytingar
  • tú hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum trivnaði og arbeiðsumhvørvi

Vit bjóða ein fakligan sp ennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum, har tú kanst fáa ávirkan á tænastuna hjá Klaksvír Sjúkrahúsi.
Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Løn og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á telefon 404581/ 229229 ella á teldupostadressu: elisabethak@ks.fo

Umsóknarfreistin er 24. januar 2024

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið