Lýsing
Um størvini
Talan er um størv fulla tíð at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum, og miðað verður ímóti, at arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. Neyðugt er at hava koyrikort. Nýggi stovnurin verður staðsettur í Suðurstreymoy og hoyrir til eindina Barnaverndarstovnar.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið snýr seg um børn og ung við avbjóðandi atferð, sum hava kensluligar og psykososialar avbjóðingar. Arbeiðsuppgávurnar er sosialnámsfrøðiligt arbeiði, har dentur verður lagdur á sosialnámsfrøðiliga viðgerð, og at gerandisdagurin er merktur av strukturi, forútsigiligheit, týðiligheit og umsorgan í tryggum og heimligum umhvørvi.
Arbeitt verður eftir viðgerðarætlanum og námsfrøðiligum arbeiðsháttum, sum verða nýtt á stovninum og mannagongdum, sum eru partur av námsfrøðiligu viðgerðini hjá barninum.
Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum inniheldur sosialnámsfrøðilig og sálarfrøðilig háttaløg og tekur útgangsstøði í kognitivum viðgerðarhættum. Umframt hetta verður arbeitt út frá sernámsfrøði sum autismu-, relatións-, rógevandi námsfrøði og mentalisering.
Saman við toyminum verður tú við til at gera greiðar arbeiðsgongdir, sum tryggja dygdina á stovninum.