Strandfaraskip Landsins
Útgivið
24. maj 2024
Útgongur
5. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Strandfaraskip Landsins hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkatoymi?

Við hesum verður søkt eftir skipara, stýrimanni og maskinmeistara til fast starv at sigla við Erlu Kongsdóttir at byrja skjótast møguligt.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Hjá Erlu Kongsdóttir er dagliga farleiðin Gamlarætt-Hestur. Arbeiðstíðin umborð er eina viku umborð og eina viku frí, møguleiki er at gista. Krav er, at ein skal kunna loysa av upp eftir.
 
Førleikakrøv:
Skipari/Stýrimaður:

STCW-áteknað vinnubræv sum skipsførari/skipari við handilsskipum
Heilsuváttan (bláabók)
Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
GMDSS – GOC (STCW reg. IV/2)
Flutningurin av vandamiklum farmi STCW B-V/c og IMDG kodan kap. 1.3
Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
TECDIS
 
Maskinmeistari:
STCW-áteknað vinnubræv sum skipsmaskinmeistari/maskinistur
Heilsuváttan (bláabók)
Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3

Vit rokna við, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert kunda¬vinalig/ur og røkin. Umframt hetta hevur tú góðar telduførleikar og ein fyrimunur er, um tú kennir til viðlíkahaldsskipanir.

Lønar- og setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfeløg og verða lønt eftir skipabólki 2.

Umsóknarfreistin er mikukvøldið 5. juni 2024 á miðnátt.

Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Boga Gardar, skipara á tlf. 287118 ella á telduposti til bog@ssl.fo
_________________________________________________________________________________________
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið