Lýsing
Hevur tú áhuga at læra og leita tær viðkomandi maritima vitan innan manningarøki hjá Strandferðsluni?
Strandfaraskip Landsins søkir manningarsamskipara til fulltíðarstarv at byrja 1. februar 2024.
Sum manningarsamskipari kemur tú at arbeiða m.a. við Klintra Crew skipanini. Tú fært ein fjøltáttaðan gerandisdag, sum krevur, at tú kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn. Harumframt ert vitanarsøkjandi, tænastusinnað/-ur og dugur at siga frá. Somuleiðis hevur førleika at samskifta og samstarva við aðrar starvsfelagar og myndugleikar, sum er ein avgerandi treyt fyri samskipan á manningarøkinum.
Starvið, sum er sjálvstøðugt og avbjóðandi, fevnir m.a. um at:
- tryggja, at øll skipini hjá strandferðsluni eru mannaði sambært galdandi lógum
- umsita og viðlíkahalda manningaryvirlit fyri øll skipini
- umsita skeiðs-, avspákingar- og feriuætlan fyri manningarnar
Vit ímynda okkum, at tú:
- hevur fakligar førleikar ella royndir innan fyrisiting og ert ágrýtin at leita tær maritima vitan
- hevur førleika at lesa lógarkrøv innan rakstur av ferðamannaskipum, harundir vinnubrøv og manningarskjøl
- ert broytingarsinnað/-ur, trívist við broytingum og sær týdningin av nýhugsan
- ert ágrýtin, virkisfús/-ur og álítandi og megnar at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvið
- hevur góðan telduførleika og góðar málsligar førleikar í føroyskum, enskum og donskum
- Ert sjálvstøðug/ur, hevur gott yvirlit og kanst taka avgerðir
Tað kann verða ein fyrimunur um tú hevur kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Sharepoint og Crew Manager.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Talan er um fulltíðarstarv. Dagligi arbeiðsstaðurin er á Tvøroyri.
Umsóknir
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. januar 2024, á middegi
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Elin Jacobsen, starvsfólkaleiðari á tlf. 293015, ella senda ein teldupost til elj@ssl.fo.
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandferðslan er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, eisini nevnd SSL, er ásett við lóg, og tað er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í vikuni, frá morgni til myrkurs, tvs eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
SSL umsitur íalt 32 farleiðir, harav níggju oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar farleiðir eru níggju ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2022 var útivið 1,2 milliónir, Av hesum brúktu útivið 700 túsund ferðafólk ferjurnar og 500 túsund ferðafólk bussarnar. Flutt blivu 185 túsund akfør. Starvsfólkahópurin hjá SSL er umleið 200 fólk. Fyrisitingin er skipað í fimm deildir: Fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri. Sett er út í kortið at endurnýggja ferjurnar hjá SSL, og arbeiðið er í gongd.