Útgivið
13. juni 2021
Útgongur
27. juni 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Marknaðarførslu lestrarstarv

Ert tú lesandi?
- og hevur tú áhuga fyri marknaðarføring og sosialum miðlum?

So hava vit møguliga føroya feitasta, og mest fleksibla, lestrarstarv til tín.

Vit eru ein lítil, nýstovnað, marknaðarførslu- og samskiftisfyritøka, sum fyrst og fremst umsitur marknaðarførslu og samskifti fyri føroyskar fyritøkur.

UPPGÁVUR:

  • Umsita marknaðarførslu og samskifti á sosialum miðlum
  • Gera kreativt content
  • Myndatøku og grafiskt arbeiði
  • Umsita google ads kampanjur
  • Vera við á kundavitjanum
  • Umsita heimasíður
  • Ráðgeva í marknaðarførslu og samskifti

Og mangt annað - vit hava eina rúgvu av ymiskum uppgávum.

LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um eitt lestrarstarv, 10 - 15 tímar um vikuna. Starvið verður lønt sambært avtalu. Nær og hvar tú arbeiðir, verður í stóran mun upp til tín at velja.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
Send okkum eini boð á teldupost teitur@teima.fo, ella ring á telefon 277474, fyri at frætta nærri.

Umsóknir, lívsrensl, og annað viðkomandi tilfar, skulu sendast til teitur@teima.fo. Starvið verður sett, so skjótt rætti umsøkjarin er funnin.

Líknandi størv

Løgfrøðingur til Landsverk   Faroe Islands nýtt
2. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið