SP/F Elding
Útgivið
29. oktober 2025
Útgongur
9. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú standa á odda fyri einum spildurnýggjum føroyskum nethandli?

Vit søkja eftir einum ágrýtnum marknaðar- & nethandilsleiðara at taka sær av marknaðarførsluni hjá fyritøkuni, umframt at umsita og reka nethandilin hjá størsta elektronikkhandli í Føroyum.

Vit ímynda okkum at viðkomandi megnar at hava nógvar uppgávur á borðinum í senn, hevur gott yvirblikk og torir at taka ábyrgd og ganga á odda.

Sum marknaðar- & nethandilsleiðari verður tú ein lyklapersónur hjá fyritøkuni og skalt tryggja, at marknaðarførslan er effektiv og skynsom. Eisini hevur tú ábyrgd av dagliga rakstrinum av nethandlinum.

Ætlanin er, at Elding Elrisin skal hava ein nýggjan og framkomnan nethandil í 2026, og tú kemur tískil at vera ein lyklapersónur í hesi verkætlanini.

Høvuðsuppgávur

  • Ábyrgd av at seta í verk marknaðarlig átøk, tilboðsbløð og dagliga marknaðarførslu
  • Leiða, menna og reka nethandilin hjá Elding
  • Umsita lýsingarætlanir og samskipa lýsingar á føroyskum lýsingamiðlum
  • Samstarva tætt við handlarnar og leiðslu fyri at tryggja eina góða heildaruppliving hjá kundum okkara
  • Umsita sosialu miðlarnar hjá fyritøkuni

Tað er ein fyrimunur, men ikki krav, at tú

  • Hevur royndir innan marknaðarførslu, nethandil ella samskifti
  • Hevur góðan førleika at samskifta bæði skrivliga og munnliga
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og torir at taka ábyrgd
  • Hevur gott yvirblikk og trívist í einum virknum umhvørvi

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og ábyrgdarfult starv í einari nýmótans fyritøku, ið stendur í vøkstri. Tú fært møguleikan at vera við til at menna ein spildurnýggjan og framkomnan nethandil og seta tín dám á hesa sera spennandi talgildu verkætlan.

Starvsstaðurin er á okkara snotiligu kontórum á Hoyvíksvegi 65 í Havn. Løn eftir avtalu.

Umsókn
Ynskir tú at vita meir, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, Virkisstjóra, á tlf. 529015, ella við at senda teldupost til herman@elding.fo.

Metir tú teg hava røttu førleikarnar, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og prógvum til herman@elding.fo

Freistin at søkja er sunnudagin 9. november klokkan 00.00. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!

Líknandi størv

29. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið