Marknaðarfólk til Betri Banka

Betri Banki
Útgivið
13. september 2021
Staður
Postsmoga 34 Yviri við Strond 2 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
2464

Lýsing

Hevur tú hug at royna teg sum marknaðarfólk í Betri Banka?

Til Marknaðardeildina sóknast vit eftir einum eldhugaðum marknaðarfólki, ið brennur fyri talgildari marknaðarføring, marknaðarátøkum, lýsingartilfari, samskipan og íverksetan av átøkum og miðlan.

Marknaðardeildin í Betri Banka hevur týðandi leiklutin at stuðla undir, at kundar okkara fáa so viðkomandi og fullfíggjaða kunning sum til ber um tænastur og møguleikar, soleiðis at kundin fær bestu fortreytir fyri at taka rættar fíggarligar avgerðir.

Um starvið Arbeiðsdagurin á Marknaðardeildini er fjølbroyttur við nógvari ferð á, og saman við leiðaranum á deildini fevna tínar uppgávur millum annað um:

  • at framleiða tilfar til sosialar miðlar, bæði í skrift og visuelt
  • at umsita samskifti og lýsingartilfar á heimasíðuni, netbankanum og øðrum sosialum miðlum
  • at fremja hugskot í verki
  • at leggja til rættis og skipa fyri kundatiltøkum
  • aðrar uppgávur, so sum umsiting av reklamulutum, samskifti við sosialar miðlar, arbeiða við úrslitum frá marknaðarkanningum og aðrar fyrifallandi uppgávur á deildini

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni innan marknaðarføring ella líknandi. Viðkomandi royndir eru eisini ein fyrimunur.

Vit ynskja, at tú:

  • hevur stóran áhuga í talgildari marknaðarføring
  • megnar at hava yvirlit, samstundis sum tú ert ágrýtin og arbeiðssom/samur, soleiðis at allar uppgávurnar verða loystar væl og skjótt
  • ert proaktiv/ur og hevur jaligan hugburð
  • brennur fyri at skipa og fremja nýskapandi hugskot í verki
  • dugir væl at orða teg í skrift og talu

Vit bjóða

  • eitt spennandi starv í eini stórari fyritøku, har tú fært møguleika at seta tín dám á starvið
  • fakliga dugnaligar starvsfelagar, sum brenna fyri at flyta Betri Banka víðari fram á leið
  • eitt arbeiðspláss, har pláss er fyri bæði fakligari og persónligar menning, og har starvsfólkatrivnaður og kundanøgsemi hevur hægstu raðfesting

 

Setanarviðurskifti
Setanartreytir verða ásettar sambært avtalu.

Umsóknarfreistin er 30. september 2021

Starvið verður sett skjótast til ber. Tó hava vit tíð at bíða eftir rætta persóninum.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Annu Eystberg Hofgaard, marknaðarleiðara í Betri Banka, telefon 348 251 ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, telefon 348 224.

Ert tú áhugað/ur í starvinum? Send umsókn við viðkomandi skjølum til starv@betri.fo

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

20. oktober 2021
20. oktober 2021