Gist & Vist
Útgivið
25. september 2024
Útgongur
6. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Spennandi barnsburðarfarloyvisstarv sum marknaðarleiðari hjá Gist&Vist er leyst at søkja.

Ert tú kreativ/ur og nýhugsandi? Og kundi tú hugsað tær at starvast sum marknaðarleiðari í einari spennandi fyritøku við tveimum hotellum og tjúgu matarstøðum við ymiskum konseptum og samleikum? So les víðari.

Um starvið
Sum marknaðarleiðari hjá Gist&Vist hevur tú ábyrgdina av at marknaðarføra tey 27 ymisku vørumerkini í fyritøkuni. Tú kemur at starvast í fyrisitingini hjá Gist&Vist við skrivstovu á Hotel Føroyum. Í marknaðardeildini sita tú og ein grafiskur sniðgevi. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við hini fólkini í fyrisitingini umframt leiðararnar á teimum ymisku deildunum hjá Gist&Vist.

Arbeiðsuppgávur:

∙ At skriva tekstir til lýsingartilfar
∙ At fyrireika og greiða úr hondum lýsingarátøk
∙ At røkja heimasíður
∙ At røkja sosialar miðlar
∙ At rættlesa matskráir o.a. á føroyskum og enskum
∙ Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tínir førleikar
Vit leita eftir einum fólki, sum hevur viðkomandi útbúgving innan fyri marknaðarføring ella samskifti og/ella hevur royndir frá líknandi starvi. Harafturat vænta vit, at:

∙ Tú ert strukturerað/ur
∙ Tú ert stinn/ur í føroyskum og enskum
∙ Tú dugir væl at skriva fangandi tekstir
∙ Tú hevur arbeitt við Meta Business Suite
∙ Tú hevur royndir við at røkja heimasíður

Starvsbyrjan er 2. desember 2024 til uml. 1. desember 2025.

Umsóknarfreistin er 6. oktober 2025.

Umsóknir kunnu sendast til johannes@hotelforoyar.com.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið