Framskák
Útgivið
28. maj 2021
Útgongur
7. juni 2021
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Customer Success

Framskák er í vøkstri og er fremsti føroyski veitarin av stórskíggjum, talgildari skelting, fundarhølum og loysnum til videofundir.

Vit vilja vera fremst í huganum hjá føroysku vinnuni, tá ið tað snýr seg um framtíðar loysnir og nøgdsemi.

Marknaðarsamskiparin skal, umframt at marknaðarføra Framskák, vera við til at útinna okkara Customer Success-strategi.

Tú tryggjar gott samskifti, neyðuga kunning og íverksetan av endaligu loysnini.

Tað er umráðandi, at tað fellur tær natúrligt at vilja tað besta fyri kundan.

Vit ímynda okkum, at tú
  • hevur royndir við marknaðarføring
  • hevur kunnleika um miðlan
  • trívist við at dríva verkið sjálv/-ur
  • hevur viðkomandi útbúgving
  • hevur jaligan hugburð og gott arbeiðslag
Tínar uppgávur verða, umframt marknaðarføring, at
  • útinna okkara Customer Success-strategi
  • áhaldandi menna okkara samleika
  • leiða marknaðarátøk og aðrar verkætlanir
  • útinna sølufremjandi tilfar
  • røkja sosialar miðlar og heimasíðu
Tú verður ein týðandi partur av einum lítlum vaksandi toymi av serfrøðingum í tekniskum tænastum til vinnuna.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Arbeiðsstaðurin er á Skálatrøð í Havn.

Send umsóknina innan 7. juni til starv@framskak.fo

Hevur tú spurningar, ella vilt tú frætta meira um starvið,
so ring til stjóran, Sigmund Mikkelsen,á tlf. 717101

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið