Lýsing
Maskinfólk/fiskarøktari til smoltstøðina á Húsum
Sum starvsfólk hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning.
Lýsing av smoltstøðini
Bakkafrost hevur seks smoltstøðir í Norðoyggjum og á Eysturoynni. Starvið, vit nú lýsa leyst, er á smoltstøðini í Knúksdali millum Húsar og Syðradal á Kalsoynni. Á smoltstøðini starvast 5 fólk. Ferjusambandið úr Klaksvík til Syðradals er gott, og smoltstøðin liggur bara ein góðan km frá ferjuleguni á Syðradali.
Vit ganga høgt uppí góðskuna á smoltinum, og tann, sum verður sett/ur, má umframt at hava førleikar á maskintekniska økinum, kanska serliga innan el, eisini kunna røkta fiskin og má ganga høgt uppí djóravælferð.
Arbeiðsuppgávur hjá bæði fiskarøktara og maskinfólki
Høvuðsuppgávur:
- at fóðra og røkta fiskin
- at tryggja góða vatngóðsku í kørunum
- at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
- at viðlíkahalda bæði tekniska og aðra útgerð á smoltstøðini, soleiðis at smoltframleiðslan kann vera støðug
- at viðlíkahalda økið rundan um smoltstøðina
Sum fiskarøktari vísir tú til forkvinnuna á smoltstøðini. Á smoltstøðini verður arbeitt í vaktum, og tað er ætlanin at tú, aftaná eitt tíðarskeið við upplæring, verður partur av hesi vaktarskipan. Teir dagarnar, tú hevur vakt, gistir tú á støðini.
Tín vangamynd
Vit vænta:
- at tú ert røsk/raskur, álítandi og tekur við ábyrgd
- at tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum
- at tú hevur maskintekniskar førleikar ella førleikar innan el
- at tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar og ert fús/fúsur til at loysa fyrifallandi uppgávur.
Tað er somuleiðis týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.
Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Vit bjóða løn samsvarandi sáttmála við viðkomandi yrkisfelag.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Fríðu Isaksen, forkvinnu, á tel. 23 50 85, ella við Rúna Olsen, leiðara fyri aling á landi, á tel. 23 51 25.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” niðanfyri.
Umsóknarfreistin er 20. desember 2021.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.