Lýsing
Maskinfólk til smoltstøðina á Norðtoftum
Vit gera stórar útbyggingar á smoltstøðini á Norðtoftum, og tí søkja vit eftir einum maskinfólki til tað økta virksemið. Dámar tær at arbeiða við stýringum, tekniskum útbúnaði og vanligum maskinarbeiði, sum er við til at tryggja djóravælferðina hjá okkara fiski, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.
Á smoltstøðini á Norðtoftum starvast 12 fólk, harav 3 maskinfólk, sum arbeiða í einum tekniskum toymi. Maskinfólkið, sum vit søkja eftir, verður partur av tekniska toyminum.
Arbeiðsøki
Sum maskinfólk fert tú at starvast í einum toymi, sum virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt, sum verður sett út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og fert at røkja fylgjandi uppgávur:
- Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
- Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
- Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
- Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
- Røkt av fiski
- Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
Tú fert at fáast við alt vanligt maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling. Maskinfólkið verður partur av vaktarskipan, sum inniber tvær vikur har arbeitt verður frá kl. 8-16, eina vaktarviku við tilkalli eftir vanliga arbeiðstíð og eina fríviku.
Tín vangamynd
Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinmeistari, eletrikari, smiðjur, maskinistur ella líknandi.
Vit bjóða
Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Gregersen, formann, á tel. 23 50 96, ella við t-brævi til hegr@bakkafrost.com.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett skjótast tilber. Umsóknarfreistin er hósdagin 3. juni 2021.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.