Útgivið
29. oktober 2021
Útgongur
14. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Maskinfólk til smoltstøðina á Strond

Vit søkja eftir ágrýtnum maskinfólki til smoltstøðina á Strond. Sum maskinfólk fært tú eitt fjøllbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

Arbeiðsøki
Tú kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og kemur millum annað at røkja fylgjandi uppgávur:

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar og líknandi
  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  •  Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Røkt av fiski
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
  • Røkja aðrar uppgávur á smoltstøðini

Tú fert at fáast við alt vanligt maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling. Arbeiðstíðin fer vanliga at liggja frá kl. 8 - 16.

Tín vangamynd
Tú ert útbúgvin smiðjur, eletrikari, maskinistur ella líknandi. Tú hevur góðan hugburð til arbeiði og hevur hendurnar væl skrúvaðar á.

Setanartreytir
Løn er sambært avtalu og galdandi kollektivum sáttmála.

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Petur Lamhauge, tekniskur leiðari á S24, á tel. 23 57 21, ella við t-brævi til hala@bakkafrost.com

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her. Starvið verður sett skjótast tilber. Umsóknarfreist er hósdagin 14. november 2021. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.

Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Suðuroy og í Skotlandi. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið