Landsverk
Útgivið
10. november 2025
Útgongur
22. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera við til at tryggja, at samfelagshjólini mala, og fólk sleppa til arbeiðis hvønn morgun? Nú hevur tú møguleikan. Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsfólki/maskinførara til Suðuroynna at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða.

Førleikakrøv
Viðkomandi royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur ella viðkomandi handverkslig útbúgving kann vera ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur .

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig /-ur, vælskipað/-ur. og at tú ert likamliga væl fyri.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti, og tí er tað umráðandi , at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Tín fasti arbeiðsstaður er í Øravík, men roknast kann eisini við arbeiði á viðlíkahaldinum og framleiðsluni aðrastaðni á Virkisdeildini.

Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli (cv) kann sendast umvegis heimasíðu okkara og skal vera okkum í hendi í seinasta lagið 22. november 2025.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Inga G. Olsen, økisleiðara, á tlf. 290 877 ella á teldupost: inol@lv.fo

 

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið