P/F Vestpack
Útgivið
4. december 2025
Útgongur
21. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vestpack søkir eftir maskinsmiði, elektrikara ella líkandi til starv á virkinum í Vestmanna. Vit bjóða tær eitt gott arbeiðspláss við skipaðum umstøðum fyri øll starvsfólk.

Okkara framleiðslutól verða støðugt dagførd til nýggja tíðarhóskandi tøkni.

Um starvið:
Tú kemur at arbeiða á einum nýmótans virki, ið veitir tænastur til bæði vinnu og privat. Tú verður partur av einum toymi við øðrum maskinfólkum og framleiðslufólkum og fært ábyrgdina av rakstri og umvælingum av maskinunum í okkara framleiðsluhølum.

Vit syrgja fyri, at tú fært røttu upplæring og sleppur á viðkomandi skeið, annaðhvørt í Føroyum ella uttanlands.

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Um teg:
Vit vænta, at tú:

  • ert útbúgvin maskinsmiður, elektrikari ella hevur líknandi útbúgving ella royndir
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt, og at tú samstundis hevur góð samstarvsevni
  • hevur jaligan hugburð og trívist í einum toymi
  • kanst arbeiða í vaktum
  • dugir at laga teg til broytiligar umstøður

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Umsóknir
Send umsókn áðrenn sunnudagin 21. desembur 2025 til Jákup Oluf í Skálum, jos@vestpack.fo

Viðmerk "maskinfólk".

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jákup Oluf í Skálum

á jos@vestpack.fo ella á tel. 236120.

Um okkum
Vestpack varð stovnað á heysti 1994. Høvuðsvirkisøki hjá Vestpack, er plast- og etikett framleiðsla. Vestpack er eisini heildarveitari av pakkitilfari, umframt vørum, sum ikki eru partur av sjálvari framleiðsluni, so sum pappeskjur, arbeiðsklæðir, evnafrøðilig evni, umhvørvisvernd, pakkimaskinur o.s.fr.

Líknandi størv

4. december 2025
Húsasmiður til SMS samtakið   Faroe Islands nýtt
4. december 2025
Bókhaldari -skrivstovufólk   Faroe Islands nýtt
4. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið