Hiddenfjord
Útgivið
27. marts 2023
Útgongur
17. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú handafim/ur, og kundi tú hugsað tær ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum avbjóðingum í einum áhugaverdum arbeiðsumhvørvi? So er starvið sum maskinfólk á kryvjivirkinum hjá Hiddenfjord í Sørvági kanska nakað fyri teg.

Sum maskinfólk hjá Hiddenfjord fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, har góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú kemur at virka í einum framfúsnum, jaligum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

Framleiðslan av laksi hjá Hiddenfjord byggir á nýhugsan og sera framkomna tøkni. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har áhaldandi menning á tekniska økinum hevur høga raðfesting, og tað er av stórur týdningi, at tú ert til reiðar til hesa avbjóðing.

Arbeiðsuppgávur
Sum maskinfólk verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

  • Vanligt arbeiði við maskinum og tekniskum útbúnaði
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og stillingar av maskinum
  • Stýring og skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu

Starvsstaðurin er í Sørvági.

Førleikakrøv

  • Viðkomandi tekniska útbúgving, sum t.d. maskinmeistari, maskinsmiður, elektrikari ella líknandi. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi arbeiðsroyndir
  • Góðan kunnleika til stýringar og el
  • Væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Vilja til nýhugsan og víðarimenning
  • Góð samstarvsevni, ert framskygd/ur og fleksibul
  • Jaligan hugburð

Løn og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fast starv, har arbeitt verður í skiftandi vaktum eftir eini vaktarskipan. Løn og setnanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jón Joensen, tekniskur leiðara, tel +298 223090 ella teldupost til jon.joensen@hiddenfjord.com.

Umsóknarfreist er mánadagin, 17. apríl.

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til jon.joensen@hiddenfjord.com.

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er eitt føroyskt felag, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í gjøgnum nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Tað arbeiða uml. 220 fólk hjá okkum. Felagið hevur stórt fokus á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðar virksemi.

www.hiddenfjord.com

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið