Lýsing
Hevur tú maskintekniskar førleikar, og ljóðar tað spennandi at hava ábyrgd av tekniskum útbúnaði, sum tryggjar djóravælferðina hjá okkara fiski? So ert tú kanska tann, sum vit sóknast eftir til starvið sum maskinfólk á smoltstøðini á Húsum.
Arbeiðsøki
Sum maskinfólk fert tú at starvast í einum toymi, sum gongur høgt uppí góðskuna á laksasmoltinum, sum verður sett út í sjógvalingina hjá Bakkafrost.
Høvuðsuppgávur:
- Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar o.a.
- Arbeiði við Luft, Oxygen og UV-skipan
- Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan
- Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
- Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
- Røkta fisk
Arbeiðið er skipað í vaktum og tað er ætlanin, at tú, aftaná eitt tíðarskeið við upplæring, verður partur av hesi vaktarskipan. Til ber at gista á støðini, um tú ikki hevur bústað á oynni.
Tín vangamynd
Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinmeistari, elektrikari, smiðjur, maskinistur ella líknandi. Førleikar innan el er ein fyrimunur. Harumframt ert tú røsk/raskur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tað er somuleiðis týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.
Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Vit bjóða løn samsvarandi sáttmála við viðkomandi yrkisfelag.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Fríðu Isaksen, forkvinnu, á tel. 23 50 85, ella við Rúna Olsen, leiðara fyri aling á landi, á tel. 23 51 25.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” niðanfyri.
Umsóknarfreistin er 11. september 2022.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Staðseting
Smoltstøðin á Húsum er staðsett í Knúksdali millum Húsar og Syðradal á Kalsoynni. Á smoltstøðini starvast fiskarøktarar og maskinfólk. Ferjusambandið úr Klaksvík til Syðradals er gott, og smoltstøðin liggur ein góðan kilometur frá ferjuleguni á Syðradali.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).