Bakkafrost
Útgivið
28. november 2023
Útgongur
12. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir ágrýtnum maskinfólki til smoltstøðina á Strond. Sum maskinfólk fært tú eitt fjøllbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

Arbeiðsøki
Tú kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og kemur millum annað at røkja fylgjandi uppgávur:

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar og líknandi
  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Røkt av fiski
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
  • Røkja aðrar uppgávur á smoltstøðini

 fert at fáast við alt vanligt maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling.

Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving og royndir. Royndir innan el er ein fyrimunur. Tú hevur góðan hugburð til arbeiði og hevur hendurnar væl skrúvaðar á.

Setanartreytir
Løn er sambært avtalu og galdandi kollektivum sáttmála.

Arbeiðstíðin fer vanligar vikur at liggja frá kl. 8 - 16. Møguleiki er at luttaka í vaktarskipan við fríviku. Vaktarskipanin koyrir í einum 5 viku rulli (3 vikur vanligar, 1 vika vanlig við tilkall, 1 vika frí).

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Petur Lamhauge, tekniskur leiðari á S24, á tel. 23 57 21, ella við t-brævi til hala@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett skjótast tilber. Umsóknarfreist er 11. desember 2023. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið umleið 1.700 starvsfólk (ársverk).

 lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið