Bakkafrost
Útgivið
29. april 2025
Útgongur
4. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit víðka okkara maskintoymi á Strond, og vit søkja tí eftir einum ágrýtnum maskinfólki til toymið. Hjá okkum fært tú eitt fjøllbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

Arbeiðsøki
Tú kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og kemur millum annað at røkja fylgjandi uppgávur:

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar og líknandi
  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Røkt av fiski
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
  • Røkja aðrar uppgávur á smoltstøðini

Tú fert at fáast við alt vanligt maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling.

Tín vangamynd
Tú er útlærdur maskinmeistari, maskinist, maskinsmiðjur, elektrikari ella líknandi. Tú hevur góðan hugburð til arbeiðið og hevur hendurnar væl skrúvaðar á.

Setanartreytir
Løn er sambært avtalu og galdandi kollektiva sáttmála.

Arbeiðstíðin fer vanligar vikur at liggja frá kl. 8 - 16.

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Petur Lamhauge, tekniskur leiðari á S24, á tel. 23 57 21, ella við t-brævi til hala@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Starvið verður sett skjótast tilber. Umsóknarfreist er 4. mai 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið umleið 1.600 starvsfólk (ársverk).

Søk starvið

Líknandi størv

Fulltrúi til Keyp Landsins   Faroe Islands nýtt
29. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið