Bakkafrost
Útgivið
13. april 2026
Útgongur
1. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú maskinfólk við áhuga fyri teknikki, viðlíkahaldi og rakstri? Trívist tú í einum arbeiði, har tú hevur ábyrgd av, at framleiðsluútgerð koyrir trygt og effektivt?

So kanst tú gerast partur av tekniska toymnum á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum.

Starvið
Sum partur av maskintoyminum á kryvjivirkinum verður tín fremsta uppgáva at loysa tøkniligar avbjóðingar og hava ábyrgd av viðlíkahaldi av framleiðslumaskinum til tess at tryggja eitt optimalt framleiðslurensl.

Ítøkiliga er talan um fylgjandi uppgávur:

  • Vanligt arbeiði við maskinum og útbúnaði á kryvjivirkinum
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og umstillingar av maskinum
  • Skráseting í viðlíkahaldsskipan og eykalutagoymslu

Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er á Glyvrum. Arbeitt verður í vaktum, og tú verður partur av vaktarskipanini.

Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. maskinsmiður, elektrikari ella líknandi. Góðir førleikar innan el kunnu vera ein fyrimunur, men ikki krav.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar, og tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Brian Højgaard, tekniskur leiðari, á tlf. 23 52 20 ella við telduposti til brho@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið her

Umsóknarfreistin
Umsóknarfreistin er 1. mai 2026. Starvið verður sett, tá skikkaður umsøkjari er funnin.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

Innsavnari til húsarhaldsposar   Faroe Islands nýtt
21. maj 2026
21. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið