Útgivið
20. oktober 2021
Útgongur
7. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Maskinførari til norðurøkið

Vilt tú vera við til at tryggja, at samfelagshjólini mala og fólk sleppa til arbeiðis hvønn morgun? Nú hevur tú møguleikan. Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi maskinførara til norðurøkið at byrja skjótast møguligt. 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða.

Væntanir til umsøkjarar
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri. 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

Royndir innan fyri hetta arbeiðsøkið, stóra koyrikortið og førleiki at koyra entreprenør maskinur eru ein fyrimunur.

Setanar og lønarviðurskifti 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðsøkið fevnir um alt norðurøkið, tó er fasti arbeiðsstaðurin í Hvannasundi.

Í sambandi við vetrarhaldið og kavarudding byrjar arbeiðsdagurin kl. 5 á morgni á Kalsoynni. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði, serliga í  vetrarhálvuni.

Umsóknir
Tú søkir starvið við at trýsta á ljósabláa knøttin "Send umsókn". Umsókn við lívsrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. november 2021.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ernst Vágsgarð, formann, á tlf. 290 930 ella umvegis t-post: ernst@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið