Útgivið
20. juli 2022
Útgongur
19. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum maskinisti ella handverkara til nýggja tyrvingar- og rottangaplássið úti í Nýggjheiðum í Kvívík.

Nýggja móttøkuplássið úti í Nýggjheiðum í Kvívik er nú komið somikið áleiðis, at klárt er at byrja at royndarkoyra. Tí verður søkt eftir enn einum starvsfólki við tekniskum førleika til at hava dagligan rakstur og viðlíkahald saman við maskinmeistaranum á staðnum.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Dagligur rakstur av rottanga- og tyrvingarmóttøkuni
  • Viðlíkahald og røkt av útgerð og hølum
  • Móttøka og skráseting av innkomnum nøgdum
  • Annað fyrifallandi arbeiði

 

Krøv til umsøkjaran

  • Útbúgving sum maskinistur ella handverkari
  • Vanligt koyrikort

 

Vit vænta, at tú

  • hevur royndir við víðlíkahaldi av størri maskinum
  • ert røkin og hevur góðan ordan í
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert tænastusinnað/ur
  • ert før/ur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir

 

Vit bjóða

Vit bjóða tær viðkomandi skeið, so sum trukkskeið og onnur skeið innan trygd og arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Í fjør tóku vit ímóti og viðgjørdu 42.000 tonsum av burturkasti. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

 

Løn- og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast gjørligt.

 

Umsóknarfreist

Skrivlig umsókn, lívsrensl, avrit av prógvum og møguligum ummælum skal sendast til starv@irf.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 14. august 2022.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Andrias Joensen, deildarleiðara á tlf. 234214 ella Inga Eliasen, maskinmeistara á tlf. 234236.

 

Stutt um tyrvingar- og rottangaplássið úti í Nýggjheiðum í Kvívík

Nýggja tyrvingar- og rottangaplássið úti í Nýggjheiðum, sum er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu, fer at taka ímóti øllum tyrviburturkasti og rottangaevju úr øllum landinum, soleiðis at alt er savnað á einum stað.

 

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið