Lýsing
Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi maskinisti ella royndum handverkara til smiðjuna á Lambareiði, at byrja skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum og bilum, umframt annað arbeiði í smiðjuni.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinist, entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður ella líknandi. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.
Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/-ur og arbeiðssom/-samur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði.
Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli (cv) kann sendast okkum, við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðuni.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagið 15. oktober. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Johnleif Hansen, smiðjuformann á tlf. 290 926 ella á teldupost joha@lv.fo.