IRF
Útgivið
6. februar 2024
Útgongur
19. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir maskinisti til viðlíkahaldsarbeið og dagligan rakstur á Hagaleiti í Leirvík.

Tú kemur vanliga at arbeiða gerandisdagar frá kl. 08:00-16:00 og verður partur av dagtoyminum á Hagaleiti. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Dagligar rakstraruppgávur á brennistøðini
  • Umvæling og røkt av útbúnaði og maskinum á brennistøðini og í móttøkuhøllum
  • Vanligt viðlíkahald á brennisstøðini og í endurvinningarhøllini
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Krøv til umsøkjaran

  • Ynskiligt er, at tú ert útbúgvin maskinistur ella hevur líknandi tekniska útbúgving
  • Koyrikort til bil
  • Vanligar telduførleikar
  • Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt

Eftir upplæring vænta vit, at tú kanst hjálpa til við flest øllum uppgávum á staðnum. Ynskiligt er, at tú kanst byrja skjótast gjørligt.

Brennistøðin
Tú verður partur av einum toymi við fimm starvsfólkum, sum starvast um dagin og seks vaktarmonnum, sum arbeiða í skiftandi vaktum. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið mestsum alt árið.

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Úti á Hagaleiti eru á leið 40 starvsfólk. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskiftir
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og KAF. Tú vísir til leiðaran á brennistøðini og endurvinningarhøllini.

Umsóknarfreist
Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi 19. februar 2024. Viðmerk “Maskinistur til brennistøðina”.

Nærri kunning
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til leiðaran á brennistøðini og endurvinningarhøllini, Sverra Danielsen, á tlf. 23 42 51.

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið